Jacob Vestergaard hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fyri tingið um at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan fyri at skapa menning og nýskapandi tiltøk á kortøkinum.
Grannalond okkara hava seinnu árini latið øllum ókeypis atgongd til øll kortdata, við tí fyri eyga at seta ferð á talgildingartilgongdina í samfelagnum og sleppa vinnuligum initativum framat at gagnnýta kortini og dáturnar.
Jacob Vestergaard hevur lagt 3 uppskot fram um kort. Fólkaflokkurin vil við uppskotunum yvirtaka og lata ókeypis atgongd til øll føroysk kort, tryggja at ferð verður sett á at framleiða eitt talgilt topografiskt Føroyakort og við ókeypis atgongdini skapa eina innovatión á kortøkinum.
Umhvørvisstovan hevur førleikarnar at handfara ein føroyskan kort- og landmátingarmyndugleika, meðan sjálv yvirtøkan er einføld at fremja, vil Jacob Vestergaard vera við.
- Taka almennu myndugleikarnir lógvatak kunnu borgarar, vinnulív og almennir myndugleikar fáa stórar fyrimunir av fríari nýtslu av føroyskum kortdátum, sigur Jacob Vestergaard.










