RENNING Bjørk Herup Olsen setti nýtt føroyskt met um vikuskiftið, tá hon í kapping í Ohio í USA rann 5.000 metrar við tíðini 17 minuttir og 12,75 sekund og harvið kutaði góð 28 sekund av gamla metinum, sum hon setti á Oyggjaleikinum í summar á Isle of Wight.
Næsta kapping hjá Bjørk verður í statinum Alabama um tvær vikur.