KAPPRÓÐUR
Eingin ivi er um, at manningin á Jarnbardi hjá 6-mannaførum við kvinnum ætlaði sær at vinna róðurin á vestanstevnu, og sostatt fáa sætta sigurin á rað í ár. Men fyri at tryggja sær meistaraheitið á vestanstevnu, so var í roynd og veru ikki neyðugt hjá teimum at vinna róðurin. Tær skuldu nevniliga bara fullfíggja róðurin, tí munurin niður til Kollfirðing á øðrum plássi var so stórur undan vestanstevnuróðrinum, at Kollfirðingur hevði ongan møguleika at fanga Jarnbard aftur, um hesin megnaði at koma á málið.
Og ikki so óvæntað, so kláraðu kvinnurnar umborð á Jarnbardi at finna mállinjuna á vestanstevnu, og tað gjørdu tær sum ikki einaferð í stórum stíli. Tær førdu nevniliga frá fyrsta taki, og inn eftir fjørðinum gjørdist munurin bara størri og størri niður til hinar báðar bátarnar, Kollfirðing og Lóm. Á málinum vóru tær langt fremst, og so var enn eitt meistaraheiti veruleiki.
Eftir róðurin fingu vit orðið á tríggjar av fegnu vinnarunum umborð á Jarnbardi.
Altíð deiligt at vinna
Jarnbardur hevur ikki fingið tað øgiliga kappingina hjá 6-mannaførum við kvinnum í ár, men allíkavæl vóru tær tríggjar sera fegnar um sigurin.
- Ja, tað er altíð deiligt at vinna. Man er við fyri at vinna, og tí er gleðin sjálvandi eisini stór, tá hetta eydnast, siga tær.
Sjálvt um tær vunnu ein tryggan sigur á vestanstevnu leygardagin ,so vóru tær allar samdar um, at tað var ógvuliga tungt at rógva henda dagin.
- Ja, tað føldist øgiliga tungt at rógva í dag. Tað var næstan sum at rógva í siroppi. Annars var gongdin á leið tann sama sum á hinum stevnunum. Vit løgdu hart út, og so royndu vit bara at halda ella økja um leiðsluna inn eftir firðinum, og hetta eydnaðsit til fulnar.
Fýra bátar hava verið við til eina stevnu í ár hjá 6-mannaførum við kvinnum, meðan talið annars hevur verið tveir ella tríggir bátar, og hetta er sjálvandi ikki serliga nógv. Sjálvt um tær tríggjar vóru ógvuliga glaðar um sigrarnar í ár, so vóru tær tó samdar um, at kappingarárið í ár hevur ikki verið júst tað sama, sum okkurt annað árið.
- Nei, tað hevur ikki verið heilt tað sama í ár, tí tað hava verið so fáir bátar við í kappingini hjá okkum. At rógva ímóti tveimum bátum er ikki líka stuttligt, sum tá til dømis átta bátar eru við, soleiðis er tað bara. Vit eru tó glaðar um, at fyrst og fremst Kollfirðingur valdi at taka lut hjá 6-mannaførunum í ár, tí uttan tær, so hevði slett eingin kapping verið, siga tær tríggjar kvinnurnar umborð á Jarnbardi at enda.
49 sigrar – nummar 50 kann koma á ólavsøku
Sum flest øllum kunnugt, so hevur Jarnbardur verið ótrúliga drúgvar hjá kvinnunum síðstu nógvu árini. Fyrsta meistaraheitið bleiv vunnið í 1991, og síðani er eitt meistaraheitið komið fyri og annað eftir.
Síðstu 17 árini hevur Jarnbardur vunnið 10 føroyameistaraheiti, fýra ferðir er báturin endaðu á øðrum plássi í FM-kappingini, og tvær ferðir er hann endaðu á triðja plássi. Síðani 1991 er tað bert eitt av árunum, at Jarnbardur ikki er endaður millum trý tey ovastu í FM-kappingini. Hetta var í 1994.
Ein av mest kendu kvinnunum innan føroyska kapprógving man vera Jannie Dam Jacobsen, sum hevur stýrt á Jarnbardi síðani 1996. Hetta er sostatt 12. árið, at hon stýrir á Jarnbardi.
Ein av hinum kvinnunum umborð á Jarnbardi hevur tó verið við líka leingi sum Jannie. Her er talan um Eivy Olsen, sum byrjaði umborð á Jarnbardi sama ár sum Jannie. Hon hevur eisini verið við øll árini við undantaki av 1998.
Hesar báðar kvinnurnar munnu eisini vera mest vinnandi kvinnurnar yvirhøvur í føroyskari kapprógving. Eivy Olsen hevur tilsamans vunnið ikki færri enn sjey meistaraheiti, og tað sama hevur Jannie Dam Jacobsen.
Sjálvt um tær báðar hava róð við Jarnbardi síðani 1996, so hava tær ikki vunnið líka nógvar stevnusigrar. Eivy hevur tilsamans vunnið 47 stevnusigrar runt um í landinum, meðan Jannie eisini vann tveir sigrar í 1998, tá Eivy ikki var við. Hetta gevur henni tilsamans 49 sigrar á FM-stevnum kring landið. Tí liggur ein spennandi róður fyri framman á ólavsøku. Tá kann Jannie nevniliga tryggja sær sigur nummar 50 í longu røðini, og so er spurningurin, hvussu leingi hon ætlar at halda fram eftir hetta.