Enn eitt hondbóltslandslið skal royna seg

U19 landsliðið hjá monnum spælir EM-undankapping í Gøteborg í hesum døgum

Tað eru ikki meira enn tríggir dagar síðani, at føroyska landsliðið í hondbólti framdi tað bragd at vinna Emerging Nations Cup-kappingina, ið varð leikt í Kosovo. Longu nú skal eitt nýtt og yngri hondbóltslandslið í eldin. Talan er um U19-landsliðið hjá monnum.

 

Føroyska U19-landsliðið luttekur í European Open, sum verður leikt í svenska býnum Gøteborg. Føroyar eru í bólki við Russlandi, Kekkia og Hollandi.

 

Kappingin byrjar í dag, og sigast má, at tað verður ein sannur elddópur fyri føroysku dreingirnar, tí at teir skulu spæla heili tveir dystir í dag. Klokkan 13 er dystur ímóti Kekkia, og klokkan 18 eru tað stóru bjarnirnar úr Russlandi, sum eru mótstøðumenninir.

 

Føroyski hópurin er hesin:

 

Niklas Simonsen, Áki Egilsnes, Sjúrður Olsen, Hallur Árason og Jóhan í Garðastovu, VÍF

Helgi Hildarson Hoydal, Pætur Thomsen, Brandur Halgirsson og Hilmar Leon Jacobsen, H71

Tórður Skorheim Guttesen, Rune Olsen og Bartal Klein Olsen, Kyndil

Pætur Johansen og Kjartan Johansen, StÍF

Rói Berg Hansen, Neistin

Fríði Weyhe, KÍF