Enn eitt grannaskiftið í London

Premier League: Arsenal hevur verið ovurhondsstóra hópinum hjá Chelsea og keypt ein royndan EM-vinnara

Flytingarvindeygað í flestu av stóru londunum í Evropa letur aftur í dag. Í Premier League eru fleiri milliardir krónur brúktar. Flestar av teimum hevur Chelsea brúk við keypi av spælarum sum Mykhaylo Mudryk, Benoît Badiashile, Noni Madueke, Malo Gusto, Andrey Santos, David Datro Fofana, umframt dýra leigu avtalan við João Félix.

 

Hetta merkir eisini, at tað er trongt í hópinum hjá Chelsea. Arsenal, sum er oddalið í Premier League, hevur leingi leitað eftir einum miðvallara. Fyrstaval er Moises Caicedo hjá Brighton, men hann verður dýrur at keypa leysur.

 

Tí hevur Arsenal sett eyguni á roynda italska miðvallaran hjá Chelsea, Jorginho. Sky Sports og aðrir bretskir miðlar skriva, at hann kostar Arsenal áleið hundrað milliónir krónur. Jorginho er 31 ára gamal.

 

Hóast Chelsea og Arsenal eru grannar í London og kappingarneytar, so er hetta ikki fyrstu ferð, at spælarar skifta millum hesi bæði feløgini. Eitt nú kunnu nevnast Pierre-Emerick Aubameyang og Eddie Nketiah, sum báðir spæla í dag.

 

Kendari skift eru tey hjá Ashley Cole, Petr Čech, Nicolas Anelka, David Luiz, Cesc Fàbregas, Oliver Giroud, Willian og William Gallas.

 

1Arsenal19162145:1650
2Manchester City20143353:2045
3Newcastle20109133:1139
4Manchester Utd20123532:2539
5Tottenham21113740:3136
6Brighton1994637:2731
7Fulham2194832:3031
8Brentford2079432:2830
9Liverpool1985634:2529
10Chelsea2085722:2129
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace2066818:2724
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15Leeds1946926:3318
16West Ham20531217:2518
17Wolves20451112:3017
18Bournemouth20451119:4217
19Everton20361115:2815
20Southampton20431317:3515