Enn eitt gott ár hjá húsavørðunum

Góðar fimm milliónir krónur lógu eftir, tá ársroknskaðurin hjá byggifelagnum »Húsavarðatænastuni« fyri árið í fjør varð gjørdur upp.

 

Tað sæst í roknskapinum, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz. Bruttovinningurin hjá felagnum var slakar 24 millióinir krónur, sum er ein vøkstur upp á hálvaaðru millión krónur í mun til í fjør, men ein munandi vøkstur í mun til árini frammanundan.

 

Starvsfólkakostnaðurin hjá Húsavarðatænastuni fyri árið í fjør var góðar 16 milliónir krónur, sum er ein vøkstur upp á slakar tríggjar milliónir krónur. Ikki er upplýst, hvussu nógv fólk starvast í felagnum í fjør, men í 2015 vóru tey 47 fólk, sum er munandi meira enn árini frammanundan, tá talið toppaði við 26 fólkum í 2014 og í 2013.

 

Eginpeningurin hjá Húsavarðatænastuni er nú 5,8 milliónir krónur. Felagið rindaði í fjør eina millión krónur í vinningsbýtið til eigaran, sum er móðirfelagið SP/F SEH.