Seinnapartin leygardagin verður aftur høvið hjá útlendingum í Føroyum at hittast til eina hugnaliga løtu afturvið einum góðum kaffimunni. Tiltakið, ið ber heitið ?International Fellowship? byrjaði í heyst og hevur undirtøkan verið góð.
Fólk úr nærum øllum heimspørtum hava møtt upp, her tey hava hitt aðrar tilflytarar úr so ymiskum londum sum Brasilia, Russlandi, Polen, Kina, Filipsoyggjum, Mauritius og Indien.
International Fellowship verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn, og verður aftur í morgin klokkan 15 og varir í einar 2-3 tímar.
Møguleiki er eisini at taka børnini við, tí spælistova er í kjallaranum í Meinigheitshúsinum.