fimleikur
Leygardagin 6. sept. var árliga innmeldanin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum. Við hálvtfimthundrað limum longu skrásettir frá ársbyrjan umframt teir, sum eru gamlir í garði, mugu vit bara sanna at fimleikur er sera vælumtóktur. Størsti íðkaraskarin telist millum lítlu børnini, sum við fimleiki fáa gott í beini til allan annan ítrótt og almenna innlæring. Kappingarlið felagsins fara í gongd um lítlan mánaða og hava vit bjartar vónir til teirra. Felagið hevur FM-heitið bæði á amboðs- og rútmusíðuni at verja frá undanfarna ári.
Dyrgja eftir vaksum fólki
Sum eina roynd at ávirka almenna hugburðin, ið tykist vera, at fimleikur er bara fyri børn og yndisligar ungar kvinnur, hevur felagið lýst eyka við avspenning/yoga, ballstik og dream-team fyri at fáa vaksið fólk, bæði kvinnur og menn, at íðka. Hetta hevur givið bonus, og eru vit spent eftir at vita, hvussu leikur fer. Hetta er eisini ein sannkenning um tosið um fiti sum vaksandi trupulleika í vesturheiminum, at vit bjóða hesi skeið fram. Ætlandi skulu tey eggja til trivnað og gleði við fimleiki og kropsligum rørslum sum natúrligum parti av gerandisdegnum. Stutt sagt: Tað skal vera ein lívsstílur at vera í rørslu.