Enn eitt erguligt tap hjá 07 Vestur

(Rás2) Pauli Poulsen hevði ynskt, at Gilli Samuelsen kundi verið í 07 Vestur kappingarárið út

07 Vestur er framvegis á aftasta plássi við fýra stigum aftaná 1-2 tapið ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag. Munurin til liðini omanfyri øktist tó ikki, tí bæði AB og Suðringar taptu sínar dystir.

 

Tað ergrar Paula Poulsen, høvuðsvenjara hjá 07 Vestur, at teir aftur upplivdu ein dyst við ongari úrtøku, hóast teir vóru væl við, serliga í seinna hálvleiki, har innskifti Arnbjørn Hansen tryggjaði EB/Streymi sigurin.

 

Í seinnu hálvu má Pauli Poulsen verða toppskjúttan hjá 07 Vestur, Gilla Samuelsen fyri uttan. Pauli Poulsen staðfestir, at Gilli Samuelsen er ein sera evnaríkur, ungur leikari, og hann hevði ynskt, at henda menningin kundi hildið fram í 07 Vestur kappingarárið út.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Paula Poulsen.

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER