Í grønlendsku bygdini, Arsuk, hendi eitt illgrunasamt deyðfall týskvøldið í hesi vikuni.
Samstundis, sum ein 45 ára gamal maður er skuldsettur fyri mandráp, eru kanningarfólk hjá løgregluni í Nuuk send til bygdina, hagar tey komu tíðliga í morgun.
Tað skrivar Sermitsiaq í dag.
Tað var seint týskvøldið, at vaktsentralurin hjá Grønlands Politi fekk eina fráboðan um ein lívleysan persón í bygdini, Arsuk.
Kommunufúti og heilsustarvsfólk vórðu beinanvegin send á adressuna, og her funnu tey ein 58 ára gamlan lívleysan mann.
Hóast roynt varð við lívbjargandi fyrstuhjálp, eydnaðist tað tíverri ikki at fáa mannin til lívs aftur.
Vitnisfrágreiðingar og umstøðurnar kring staðið, har maðurin var, gera, at løgreglan nú kannar málið sum drápsmál.
Ein 45 ára gamal maður er undir illgruna, og hann er nú eisini skuldsettur fyri manndráp.
Ætlanin er, at maðurin skal til grundlógaravhoyr seinnapartin í dag, og her vil løgreglan royna at fáa mannin fongslaðan.
Sambært Sermitsiaq vil Grønlands Politi ikki siga meira um málið í løtuni. Familjan hjá tí 58 ára gamla er kunnað um deyðsfallið.