Enn eitt deyðsfall skelkar fótbóltsheimin

Skotskur fótbóltur er í sorg, eftir at liðskiparin hjá Motherwell, Phil O?Donnell, í gjár doyði undir dystinum móti Dundee United. O?Donnell skuldi eftir ætlan skiftast út, men á veg av vøllinum datt hann um. Eftir fimm minuttir viðgerð á vøllinum varð hann í skundi fluttur á sjúkrahús, har tað stutt eftir varð staðfest, at hann var deyður.

35 ára gamli Phil O?Donnell hevur áður spælt við skotska stórfelagnum, Celtic, og umframt at hava verið liðskipari hjá Motherwell í ár, hevur hann eisini verið ein av berandi kreftunum hjá liðnum.

Eftir Phil O?Donnell situr kona við fýra børnum.

 

Fleiri deyðsføll hava skelkað fótbóltsheimin í ár. Eitt nú kann vísast á spanska landsliðsverjuleikaran hjá Sevilla, Antonio Puerta, sum somuleiðis fall um í dysti 28. august í ár.

Tað er framvegis ein gáta fyri teimum flestu, hví slík deyðsføll koma alt ov ofta fyri á einum fótbóltsvølli, men serfrøðingar vilja vera við, at tað kann skyldast vandamiklum inntøkum av pínutablettum og øðrum evnum.