Tað eru helst bara Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Høgni Hoydal, varaløgmaður, sum vita, um vit framvegis hava eina samgongu millum Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Tjóðveldisflokkurin hevur framvegis ikki tikið umstríddu uppskotini hjá sær aftur, og hvørki Anfinn Kallsberg ella Høgni Hoydal vilja siga, um teir hava funnið eina loysn á stríðnum teirra millum. Tingfólk hjá Fólkaflokkinum vátta fyri Sosialinum, at eingin semja er funnin teirra millum, og tí liggur lagnan hjá samgonguni helst í hondunum á Tjóðveldisflokkinum, sum nú skal taka endaliga støðu til, um hann skal taka uppskotini aftur ella ikki.
Ein annar møguleiki er, at løgmaður og varaløgmaður, sum hittust aftur fyri løtu síðani, hava funnið eina ella aðra millumloysn. Staðfestast kann kortini, at lagið er ikki gott á tingmonnum í samgonguni, nú tingfundurin skal byrja.
Eftir ætlan skuldi tingfundurin byrja klokkan 17, men flestu tingmenn, sum eru komnir í løgtingið, eru farnir upp á loftið at bíða, til løgtingsformaðurin setir fundin. Uppi á loftinum sita tingmenn hjá Tjóðveldisflokkinum saman og viðgera støðuna.
Áhugin fyri tingfundinum er sera stórur. Áhoyraraplássini í salinum eru meira enn fullsett, og uttanfyri standa fólk við mótmælisskeltum, har tey gera vart við sína misnøgd við framferðina hjá løgmanni hesa seinastu vikuna.