Enn eingin nýggjur dato fastsettur

Hondbóltssamband Føroya skuldi eftir ætlan havt aðalfund seinasta vikuskiftið, men fundurin varð avlýstur. Formaðurin í HSF, Petur Ove Petersen, sigur, at enn er ongin nýggjur dato fastsettur.

Viðtøkan sigur, at aðalfundurin skal vera í apríl mánaði, men hetta verður torført, sigur Petur Ove við Sosialin.

-Um vikuskiftið verður endabrakið hjá teimum eldru, so tá liggur ikki fyri og nú eru páskirnar í nánd, so tað verður torført at aðalfundin avgreiddan í apríl mánað, og tí er mest sannlíkt, at fundurin verður hildin í mei, greiðir formaðurin í HSF frá.