Enn einaferð hava mennirnir í tinginum víst hvørjir teir veruliga eru!

Sólfríð Fjallsbak, Umboð fyri Tjóðveldisflokkin í Demokratiu

Tað bleiv á tingið avgjørt at seta eina nevnd at virka fyri at fáa fleiri kvinnur á ting, fyri frið skyld! Men av tí at størsti parturin av nevndini er kvinnur, er eingin grund til at taka teirra arbeiði í álvara, og hví man tað vera? Jú møguliga eru tað júst teir, ið eru bangnir fyri at missa sín sess til eina kvinnu, sum rópa harðast í mótstøðu móti arbeinum, sum nevndin ger!
Fyrst kom eitt fullkomiliga demokratist uppskot um at fáa kvinnuligar varalimir inn á ting í eina viku ella báðar tvær, men á nei tann gøla! Hvat nú um Føroya fólk hevði uppdagað, at Føroyar slett ikki fóru neden om og hjem fyri tað um kvinnur sótu á tingi? So kundu teir jú allir risikerað at mist sín sess á tingi.
Annars hevur Demokratia skipað fyri sera áhugaverdum tiltøkum, ið einki hava kostað og har uppmøtingin hevur verið góð, men reklaman hevur ikki verið so øgilig og tiltøkini ikki so umfatandi, sum tað sum Kvinna skipar fyri. Hartil er so at siga, at fjølmiðlarnir hava stóran áhuga í at varpa álopini og tað negativa um Demokratiu út, men tá ið vit hava havt hesi góðu og ókeypis tiltøkini, tá hava teir ikki møtt og ei heldur givið okkum umtalu.
Eingin skal misskilja meg her, eg haldi hatta er eitt ógvuliga dýrt tiltak, og eg havi erliga hildið við øllum, sum hava vent sær til mín í frustratión um tiltakið, sum tær so gjarna vildu verið við til, men ikki hava ráð til.
Og tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað eru kvinnur í Føroyum, sum ikki kunnu vera fyri uttan 30 kr. um dagin, tí so fáa tær ikki keypt rugbreyðið, sum børnini annars skulu eta, tað er tann beiski veruleikin hjá summum. Er tað ikki eitt upplagt evni at skelda um á tingi? Men haraftur í móti eru tað nógvar kvinnur, sum eg veit eru bevístar og eru við til nógv av teimum ókeypistiltøkunum og tað eru kvinnur, sum óivað eisni velja kvinnur. So hvat so um vit nú raka ein annan málbólk? Hetta er møguliga tann málbólkurin, sum ongantíð er verður raktur við ókeypis tiltøkum.
Hetta er eitt sera áhugavert tiltak, sum Kvinna nú skipar fyri saman við Demokratiu, eitt tiltak sum allar kvinnur, sum hava ráð til tað eiga at fara til. Tíverri kostar tað at fáa so góðar fyrilestrahaldarar at koma til Føroyar, og Demokratia hevur ikki serliga stóra játtan til sítt arbeiði, í grundini yvir 100.000 kr. minni enn útnorðurráðið mælir til, so tað er kanska eitt evni tingmennirnir skuldu tikið upp, og kjakast um. Hví ikki geva nevndini tær røttu umstøðurnar at arbeiða undir, so kundi vit sjálvar skipað fyri einum tílíkum tiltaki og bjóða øllum kvinnum við ókeypis!
So tit óføru tingmenn, hyggið rundan um tykkum og byrjið at skriva alt tað niður, tit hava gjørt fyri at fáa fleiri kvinnur á ting – tykkum nýtist ikki stórt pappír, ein regla verður óiva tað sum skal til, fyri ella ímóti at seta hesa nevndina! Og um tit nú hava so ilt í reyvini av, at allar kvinnur ikki sleppa við til tiltakið, og tað ikki bert er fyri at skapa neiliga umtalu um kvinnur í politiskum arbeiði, so finnið tit eina loysn so tær kvinnur, sum ikki eiga 30 kr til yvirs um dagin, kunnu fáa eitt atgongumerki, so høvdu tit gjørt nyttu! Eitt hugskot hevði verið, um flokkarnir hvør í sínum lagi keyptu nøkur atgongumerkir, so tær kvinnur, ið eru áhugaðar og ikki hava ráð, kunnu venda sær til sín flokk og fáa atgongumerki.