Tann guli báturin úr Runavík fekk besta startin leygardagin, og hann helt oddastøðuna allatíðina. Nólsoyingur gjørdi nakrar royndir at hótta teir. Og teir komu eisini fram á hálvan Eysturoying, men longur komu teir ikki. Eysturoyingar svaraðu aftur, og Nólsoyingur megnaði ikki at halda tørn. Tá gott og væl helvtin av teininum var rógvin, loysnaði millum Eysturoying og Nólsoying. Somuleiðis loysnaði eisini millum Nólsoying og Hoyvíking, so tá bátarnir nærkaðust málinum var lítil og ongin spenningur eftir í róðrinum. Men tað er tó altíð flott at síggja 10 mannaførini koma skúmandi inn eftir fjørðinum.
<TT$?$end$!$10 mannafør menn</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$1 Eysturoyingur 09:32.17 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$2 Nólsoyingurin 09:37.06 1G </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$3 Hoyvíkingur 09:42.00 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$4 Vágbingur 09:45.15 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$5 Havnarbáturin 09:46.02 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$6 Skálabáturin 09:51.06</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$ </TT$?$end$!$