Enn ein vindmylla farin í Neshaga

Hetta er onnur vindmyllan hjá SEV, sum eftir tveimum mánaðum er farin av vindi í Neshaga

Tað er sunnasta vindmyllan í Neshaganum, sum í nátt er knekkað av um tvøran. Tað er væl niðan fyri miðjuna, at tornið er farið um tvøran, og veingir, nav, rør og allur innmatur í mylluni hevur fingið skaða.
- Myllurnar hava væl og virðiliga verið trýstroyndar í vetur. Bæði 24. og 25. november, og aftur fyrsta jóladag høvdu vit ógvusligar stormar, og í januar fóru so veingirnir á tí eini mylluni, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Hann sigur, at teir eru farnir fram eftir bókini.
- Vit hava servicu avtalu við Vestas, og myllurnar hava fingið tey eftirlit, sum eru fyriskrivað. Vit hava havt ein serliga strangan vetur, og tað er sjálvandi ilt at siga, nær hvat hendir, sigur Hákun Djurhuus.
Hetta óhappið í nátt merkir, at nú hevur SEV bert ta einu vindmylluna at ráða yvir, umframt gomlu Nordtank mylluna, sum stendur nakað norðan fyri hinar tríggjar Vestas-vindmyllurnar.
- Nordtank vindmyllan var ein royndarmylla á 150 kW, sum varð sett upp í 1993. Tær tríggjar Vestas vindmyllurnar eita V47 og tað merkir, at veingirnir skapa ein diametur á 47 metrar. Hesar myllurnar vórðu settar upp í 2005, og eru 660 kW, sigur Hákun Djurhuus.
Tað kemur sjálvandi dátt við hjá SEV, at tvær vindmyllur nú eru dotnar burtur úr framleiðslu.
- Hetta merkir í fyrsta lagi, at vit mugu framleiða meira á Sundsverkinum, og tað merkir øktar oljuútreiðslur. Og so mugu vit síggja, hvussu endurgjaldið frá tryggingini verður í mun til at seta eina nýggja vindmyllu upp, sigur Hákun Djurhuus.
Fólk frá bæði SEV og tryggingini hava í morgun verið á staðnum fyri at ávikavist tryggja økið og fyri at sýna mylluna.
- Áðrenn tryggingin hevur gjørt sínar metingar, ber sjálvandi ikki til at siga, um myllan verður umvæld ella skrottað, men at síggja til verður hon neyvan gjørd aftur, sigur Hákun Djurhuus.