Enn ein ávaring: Fólkatalið minkaði við 154 fólkum í fjør

Í 2011 vóru 575 børn fødd í Føroyum. Tað er lægsta burðartalið síðan seinna heimsbardaga.

Fólkatalið tann 1. januar 2012 var 48.372 fólk. Tað eru 145 fólk færri enn 1. januar 2011. Hetta var samstundis triðja árið upp í slag, at fólkatalið í Føroyum minkar.

Hagstovan slær rimmar fast í dag, at enn er eingin broyting í støðugu fráflytingini úr Føroyum. Talið av kvinnum í burðarførum aldri, tað er millum 15 og 49 ár, minkar eisini støðugt.

- Talið av gentum yngri enn 15 ár er eisini minkandi. Í so máta er eingin ábending um, at talið av nýføðingum fer at vaksa fyrstu komandi árini. Tað veldst eisini um, um tey konufólkini, ið eru í Føroyum, velja at fáa fleiri børn ella ikki, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu.

Tann aldursbólkurin, sum hevur størsta føðitíttleikan, eru kvinnurnar, sum eru millum 25 ár og 29 ár. Hesin aldursbólkurin minkar eisini støðugt. Í 2002 vóru 1559 kvinnur í Føroyum í hesum aldrinum. 993 kvinnur eru í hesum aldrinum í 2012. Afturgongdin er 36 prosent eftir 10 árum.

Hagstovan upplýsir, at størsta minkingin í fólkatalinum í 2011 var í Tórshavnar kommunu, Nes kommunu, Runavíkar kommunu, Sands kommunu og Sørvágs kommunu. Hinvegin vaks fólkatalið í Klakvíkar kommunu, Vága kommunu, Vestmanna kommunu og Sunda kommunu.

- Tá tað snýr seg um hin avgerandi táttin fyri gongdina í fólkatalinum, nettoflytingina, so vísa tølini, at 2011 verður triðja árið á rað við stórari fráflyting. Tilsamans var nettofráflytingin fyri tey trý árini 2009 – 2011 heili 1.014 fólk, upplýsir Hagstovan.

Seinastu trý árini er fólkatalið í Føroyum minkað við samanlagt 284 fólkum.