Enn ein tunnil í Vágum

Nú er tað næstan ein tunnil um vikuna í Vágum. Tunnilin hesa vikuna fór til Gásadals. Solberg Henriksen lat seinasta skotið í Gásadalstunlinum av Tollaksmessudag

Samferðsla

Vágar:Seinasta skotið í Gásadalstunlinum varð skotið Tollaksmessudag. Tað var gamli postmaðurin í Gásadali, Solberg Henriksen, sum fekk heiðurin at festa í fjúsið.
Tað flaggar í Áardali. Væl av fólki er samankomið. Tey nógvu eru úr Vágum, men eisini aðrastaðni eru tey komin frá, nú so gott samband er vestur í Vágar. Øll bíða eftir løtuni, tá skotið verður ígjøgnum til seinastu bygdina í Føroyum, sum møguleika hevur fyri vegsambandið, men enn ikki hevur fingið tað. Til Gásadals.
Tað standa nógvir bilar fram við vegnum her í Áardali. Eisini niðri við Gásadalsgøtuna eru fleiri. Tað bendir á, at fólk eru farin niðan í Dalin til gongu, og kanska ætla sær at koyra omanaftur.
Trylan hjá Atlantsflogi fer framvið. Hon hevur verið í Gásadali eftir Solbergi, sum skal koma oman at festa í fjúsið. Hann verður fluttur á flogvøllin fyrst og so við bili aftur til tunnilin. Løgmaður tekur í móti, tá Solberg Henriksen kemur í Áardal.
Hátíðardámur er, og landsverkfrøðingurin, Oyvindur Brimnes tekur orðið og býður øllum at vera vælkomin.
Hann minnir á, at tað er ikki altíð líka lætt at arbeiða í móti náttúruni, sum líkt eisini er til her.
?Tað tykist, sigur landsverkfrøðingurin, sum fjallið hevur spent í móti av øllum alvi hesa seinastu tíðina. Tí arbeiðið hevur ikki gingið so væl nú, sum tað annars hevur gjørt.
So minnir hann á, a eisini aðrastðani í Føroyum hava verið støð, sum ikki vóru so løtt at fara um. Og onkunstaðni hevur beinleiðis verið farið rundan um slík støð, sum eftir gamlari søgn ikki skuldu órógvast.
Tey fornisku eru ikki so at fara við, og eisini í Gásadali eru søgur um, hvørja virðing fólk høvdu fyri teimum.

Skotið
Vit fara inn í fjallið. 1.410 metrar er tunnilin langur, so vit sleppa góðar 1.350 metrar ella meira inn. Tó ikki heilt út móti holinum Gásadalsmegin kortini.
Við í fylginum eru millum onnur Solberg Henriksen, løgmaður og landsstýrismaðurin við samferðslumálum.
Tað er óslætt at koyra. Einki er gjørt soleiðis við vegin. Bert ein arbeiðsvegur. Vátt er ymsastaðni, og nakað av runu á botni.
Komin heilt út móti endanum síggja vit, at har kemur ljós ígjøgnum. So er longu hol á.
Samstundis fáa vit at vita, at tað verður ikki skotið rættiliga ígjøgnum í dag, uttan bara eitt symbolskt skot, tí tað er rætt og slætt ov vandamikið at hava fólk ferðandi gjøgnum tunnilin uttan eftirlit. Fjallið í erva er ov ringt.
Men skotið verður. Arbeiðsformaðurin hjá landsverkfrøðinginum, sum við er, ger klárt, og so fær Solberg Henriksen eina blásilampu í hondina, sum hann so tendrar í fjúsið við.
Vit skunda okkum burtur. Bussurin, sum tíðindafólk og onkur annar er í, steðgar nakað inni í tunlinum. Onkur av loftmiðlunum skal hava ljóðið við. Hini fara víðari og sleppa sær heilt út, áðrenn tað brestur.
Tað ganga eini fimm-seks minuttir, frá tí fest er í, til tað brestur. Eitt hvølt, rullandi buldur fer gjøgnum tunnilin. So koma fleiri, og alt er yvirstaðið.
Vit fara út aftur Bíggjarmegin. Tí inn er ikki farani aftur í løtuni fyri royki.

Í jólahýri
Tollaksmessudagur er, og afturkomin í høllina hjá Landsverkfrøðinginum í Áardali, merkist rættiliga, at fólk eru í jólahýri.
Fyrstur fær Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, sum eisini umfata samferðslu, orðið.
Hann fegnast um, at nú er komið ígøgnum til Gásadals. Tað var eitt av málunum, hann sum landsstýrismaður fyri tveimum árum síðan setti sær, sigur hann. Nú er tað málið so nátt.
Næstur er løgmaður. Hann sigur seg hava havt Gásadalstunnilin sum sína ringu samvitsku í fleiri ár, tí hann á einhvønn hátt metir, at hesin tunnilin líkasum hevur verið fyri vanbýti. Mestur eru Kalsoyartunlarnir stolnir frá Gásadaalsfólki, fryktar løgmaður fyri. Men hann fegnast, sum vera man um, at nú er komið so langt.
Tað sama ger tjóðveldistingmaðurin í Norðoyggjum, Heini O. Heinesen, eisini.
Og Heini veit um tunlar at siga. Hann hevur sjálvur stríðst fyri slíkum, sigur hann. Eisini hesum til Gásadals.
Men serliga fegin er Heini um, at tað eru okkara egnu fólk, sum hava gjørt hendan tunnilin. Fegnast um, at vit eiga fakfólk í Føroyum og ein stovn sum Landsverkfrøðingsstovnin, sum á ongan hátt standa aftan fyri onnur, tá um tunnilsarbeiði ræður.
Heini O. Heinesen greiðir frá, at tá hann vitjaði Hvalfjarðartunnilin í Íslandi, fekk hann at vita, at teir flestu, sum har arbeiddu, høvdu verið í Føroyum og lært seg hetta arbeiðið. Og tí var Heini sera errin av.
Og øll fegnaðust. Vágapolitikararnir, Marjus Dam, Jóanis Nielsen og Jørgen Niclasen, heilsaðu eisini tunlinum vælkomnum og ynsktu gásadalsfólki og øllum øðrum eydnu við honum.
Seinasti røðarin var Heini Olsen, verkfrøðingur, sum man roknast sum tunnilspionerur á okkara leiðum. Hann greiddi meira frá søguni hjá føroysku tunlunum soleiðis yvirhøvur.
Fólk høvdu gjørt útferð út í Áardal hendan ilfýsna fyrrapartin, og Landsverkfrøðingurin hevði í samstarvi við Hotel Vágar skipað fyri hugnaligum sjálvtøkuborði í høllini, har fólk fingu sær burturav, meðan Sørvágs Tónleikarafelag spældi lættan horntónleik eins og jólaløgini sjálvandi eisini vóru við.
Men í Gásadali stóðu fólk og bíðaðu eftir, at skotið fór at verða ígjøgnum. Tað varð tó ikki. Skotið varð, men tey sóu bara royk og ongan tunnil. Ikki enn í hvussu er.