Spøkilsisskip
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Enn eitt lík er dottið úr skápinum hjá Bjarta Mohr. Fríggjadagin bar norskur miðil tíðindi um ein trolara, ið hevur ligið við bryggju í Ålesunds-økinum síðan hann var tikin fyri ólógligan fiskiskap í juli mánaði í 2007 og fekk álagt eina bót á 300.000 norskar krónur.
Men bótin varð ongantíð goldin, og skipið varð liggjandi við bryggju. Umborð gekk russiska manningin og bíðaði eftir at reiðarin loysti skipið út aftur, og tað sama gjørdu norskir myndugleikar. Men reiðarin hevur ongantíð goldið bótina og hevur ikki latið við seg koma.
Nú hava norsku myndugleikarnir uppgivið at fáa bótina goldna, og hava loyst bátin úr arrestini, til tess at fáa hann burtur hagani.
- Báturin hevur ligið uttan manning síðan desember í fjør. Nú liggur hann fyri vág og vind, og eingin tykist vilja taka ábyrgd av bátinum. Hol er á skipinum, og tað má haldast lens við jøvnum millumbili. Men nú varar eingin av bátinum, og vandi er fyri at hann søkkur, sigur Gunnar Godø, ið er umhvørvisráðgevi í Ålesund Kommunu við Sosialin.
Skrásettur í Murmansk – Føroyskur eigari
Norska avísin Sunnmørsposten skrivaði fríggjadagin á heimasíðu sínari um trolaran, ið hevur ligið svínabundin síðan juli 2007. Teir skriva, at trolarin siglir undir russiskum flaggi, skrásettur í Murmansk, men at tað er ein føroyskur reiðari, ið eigur bátin.
Agentfelagið Tyrholm & Farstad hevur í eina tíð havt ábyrgdina av Casablanka í Noregi, men hevur nú frásagt sær hesa ábyrgd, tá teir ikki longur hava fingið dekkað útreiðslurnar av hesum.
- Eg kann vátta, at tað er Bjarti Mohr, ið eigur skipið, sigur umboð fyri Tyrholm og Farstad við Sosialin.
Hava tit havt stórar útreiðslur av skipinum?
- Ja, tað hava vit. Vit hava fingið flestu útreiðslurnar dekkaðar, men jú, vit hava havt nakað av tapi av hesum, staðfestir umboð fyri Farstad & Tyrholm, ið nú hevur frásagt sær uppgávuna sum agentar fyri Casablanka.
Manningin rýmdi – onga løn
Trolarin Casablanka er skrásettur í Murmansk, og hevði russiska manning, tá trolarin varð tikin fyri ólógligan fiskiskap í norskum sjógvi. Men teir eru rýmdir av søkkandi skútuni.
- Teir síðstu av manningini rýmdu í desember í fjør. Teir fingu heldur ikki løn, tá teir vóru her og ansaðu bátinum, sigur Gunnar Godø við Sosialin.
Eftir at manningin rýmdi, hevur eingin hugt til skipið, undantikið nakrar fáar uppgávur, ið agenturin Tyrholm & Farstad hava loyst.
Nú er manningin rýmd og agenturin hevur boðað løgregluni frá, at teir ikki longur hava nakað við skipið at gera, og teir heldur ikki longur hava ábyrgdina av útreiðslum í samband við uppihaldið.
Má lensast
Hol er á skipinum, sum hevur við sær, at tað má pumpast við jøvnum millumbili. Tað er higartil gjørt av einum verkstaði, og kostnaðurin er dekkaður innanfyri ta avtalu, ið er við Sunnmøre sýslu. Havnastýrið hevur eisini fingið dekkað áløgd havnagjøld og streym, higartil.
- Nú liggur báturin við Humla, avlæstur, og er liggur sum ein potentiell umhvørvisbumba. Reiðarin er í Føroyum, sigur havnarfútin Birger Flem við Sosialin.
»Tað verður loyst«
Agenturin, ið vit hava tosað við, sigur at teir hava verið í samband við Bjarta Mohr fleiri ferðir. Men hann hevur eftir øllum at døma einki gjørt fyri at loysa málið.
- Hann hevur sagt við okkum, at tað skal nokk verða loyst. Hetta hevur hann sagt upp til fleiri ferðir, sigur agenturin.
Bjarti Mohr ikki at hitta
Vit hava roynt at fingið fatur á Bjarta Mohr, til tess at fáa eina viðmerking til hetta málið, ið líkist enn einum Topaz-máli. Men Bjarti Mohr hevur í dag ikki verið at hitta, hvørki heima ella gjøgnum fartelefon.