Aftur í gjár varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Talan er um ein persón við bústaði uttanlands. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 413 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 379 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni. 29 av hesum eru russiskir sjómenn, sum ikki hava verið á landi í Føroyum.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.
Úrslitið byggir á í alt 101.208 kanningar.