H1N1
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Enn ein tilburður av H1N1 er staðfestur í Føroyum í morgun. Talan er um eina unga gentu, sum hevði samband við flogfarið, ið setti seg í Vágum tann 7. juli klokkan 14.
Smittulinjan er sostatt tann sama, sum stavar frá fyrsta skrásetta tilburðinum.
Harafturat er ein broyting komin frá danska Heilsustýrinum, ið nú boðar frá, at børn undir fimm ár ikki eru at meta sum ein vandabólkur longur.
Tað stendur annars í tilbúgvingarætlanini, at børn undir fimm ár eru ein av vandabólkunum, tá talan er um beinkrím, men hetta er nú broytt sambært boðum úr danska Heilsustýrinum.