Enn ein tepur neistasigur

Neistamenninir vunnu fyri triðju ferð á rað við einum máli

 

Neistin-Tjaldur 28-27 (15-13)

 

 

 

Triðja dystin á rað vann mansliðið hjá Neistanum ein tepran eitt-máls sigur.

 

Tað var annars ikki væntandi, at Tjaldur skuldi fara at geva høvuðsstaðarliðnum nakra serliga mótstøðu, men í roynd og veru var tað nær við - sera nær - at Neistin koppaði.

 

Stóran part av seinna hálvleiki var tað Tjaldur, sum var á odda, og eftir at Neistin aftur vann seg framum, komu gestirni upp á javnt við bert sjey sekundum eftir at leika. Í seinasta sekundinum fekk Neistin tó brotskast, og hetta setti Heini Joensen trygt í kassan.

 

Fyri Neistin vóru bestu málskjúttarnir Heini Joensen við níggju málum og Hans Áki Dal-Christiansen við átta. Fyri Tjaldur skutu Sverri Justinussen og Mortan Hansen átta mál hvør.