Enn ein sunnudagsskúli í kirkjutíð

Hoyvík: Tá klokkan ringir til gudstænastu sunnudagin í Hoyvíkar kirkju verður tað ein serstøk gudstænasta í tveimum førum:

Í fyrsta lagi, tí at hetta verður fyrstu ferð at nýggi presturin Ann Dahl Hansen skal prædika. 

Í øðrum lagi verður hetta fyrstu ferð at sunnudagsskúli verður hildin í kirkjuni. Kirkjuráðið hevur í eina tíð arbeitt við hesi ætlanini, og nú verður ætlanin so sett í verk. 

Skipanin verður tann, at børnini fara niður í kirkjukjallarin undan prædiku og verða heintað av foreldrunum aftur eftir gudstænastuna. 

Í øðrum kirkjum hevur ein sæð, at talið av kirkjugangarum er økt munandi eftir at sunnudagsskúlin er byrjaður.