Enn ein stórsigur til THW Kiel

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava vunnið tríggjar stórsigrar í trimum teimum fyrstu dystunum í bundesliguni

Frammanfyri 9.971 áskoðarum í Wunderino Arena í Kiel vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu stórsigur 33-22 á HSG Wetzlar í triðja dystinum í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Kiel var flúgvandi í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda 15-4. 

 

Elias skoraði tvey mál upp á seks málmøguleikar, og hann legði eisini upp til tvey mál hjá Kiel. 

 

Kiel er fremst í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir. Málúrtøkan er 110-77.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 skal Kiel spæla grannadyst móti Flensburg-Handewitt á útivølli.