BankNordik boðar í morgun frá, at Johan Rajani ikki longur er stjóri í bankanum.
Í tíðindaskrivi sigur bankin soleiðis:
»Í sambandi við tillaging av setanartreytunum hjá samtaksleiðsluni eru nevndin og John Rajani, stjóri, vorðin ósamd. Tí hevur nevndin tikið avgerð um at siga upp samstarvið.
Starvið verður ikki sett aftur. Árni Ellefsen, forstjóri, fer í fyrstu syftu at taka við uppgávunum hjá John Rajani viðvíkjandi føroyska og grønlendska vin- nukundavirkseminum, og Rune Nørregaard, kredittstjóri, fer fyribils at røkja uppgávurnar viðvíkjandi skaða- og lívstrygging«