Enn ein stjørna meldar avboð til HM

Týðandi týskur landsliðsleikari gjørdist so mikið illa skaddur í gjárkvøldið, at hann nú hevur meldað avboð til HM.

Týskland leikti í gjárkvøldið venjingardyst móti Armenia. Endaliga úrslitið á dystinum gjørdist 6-1 til Týskland. 

 

Tað var tó ein dyggur smeitur fyri týska landsliðið at framrættaði miðvallarin Marco Reus gjørdist skaddur. 

 

Marco Reus hevur fingið ein skaða í fótliðið og fyrstu ábendingarnar siga, at Marco Reus skal binda frið í 6 til 7 vikur. Tískil hava læknarnir hjá Týsklandi tikið avgerð um, at Marco Reus verður noyddur at melda avboð til HM í Brasil.

 

Joachim Low, landsliðsvenjari hjá Týsklandi, iðrar seg um álvarsama skaðan til Marco Reus.

 

-      Bæði fyri hann og fyri okkum, er tað ótrúliga keðiligt. Marco Reus var í góðum formi og hann hevur bergtikið okkum undir venjing, umframt í báðum venjingardystunum móti Kamerum og Armenia.

 

Týski venjarin Joachim Low hevur tikið Sampdoria verjuleikarin Shkodran Mustafi út ístaðinfyri Marco Reus.

 

Marco Reus er tað fjórða stóra navnið hesa vikuna, ið hevur melda avboð til HM vegna skaða. Hinir eru Riccardo Montolivo, Radamel Falcao og Frank Ribery.

 

 

 

Les eisini: Italski liðskiparin missir HM

Les eisini: Falcao gjørdist ikki klárur

Les eisini: Besti leikari í Evropa ikki við til HM