VB gjørdi eitt gott hál, tá ið tær um vikuskiftið vitjaðu norðanfjørðs. Fýra stig og 36 mál í yvirskot er ikki so galið, og vágskvinnur hava nú tikið oddasessin frá Stjørnuni.
Smurdu StÍF av
Eftir at VB leygardagin hevði verið í Vágum og bast Søljuni, var túrurin sunnudagin komin til StÍF á Skála. Hesaferð var mótstøðan nakað lakari, enn hon hevði verið í Vágum, og tað sást eisini aftur. VB snøgt sagt smurdi heimaliðið av, og tað var longu frá fyrsta bríksli, at veruligi munurin sást á liðunum báðum.
VB legði beinan vegin sjógv millum seg og heimaliðið. StÍF megnaði at javna til 1-1, men so mistu tær sambandið við gestirnar. VB legði seg á odda 8-1, áðrenn StÍF aftur megnaði at skora, og leiðslan hjá vágskvinnum bara vaks og vaks.
At tað er stórur munur á teimum fremstu liðunum og niðaru liðunum í Sunset-kappingini, var enn einaferð staðiliga prógvað, og VB undirstrikaði enn einferð, at tær eru eitt gott boð upp á ein møguligan FM-vinnara.
Dysturin sunnudagin var beinan vegin avgjørdur, men hetta hevði ikki við sær, at vágskvinnur tóku sær av løttum, tí tær koyrdu á at kalla allan dystin. Hetta sást eisini aftur á máltalvuni, har hálvleiksleiðslan hjá VB var ikki minni enn 19-7.
Í seinna hálvleik var gongdin hin sama. VB skoraði nærum eftir vild, og munurin bara vaks. Tá ið avtornaði, vísti máltalvan, at oddaliðið hevði vunnið ein 42-18 stórsigur, og harvið tikið oddasessin frá Stjørnuni, tí at VB hevur nógv betur málmun.
Komandi leygardag verður so toppdystur í Vági, tá ið Stjørnan kemur suður á vitjan, og tað er neyvan ov nógv sagt, at vinnur VB tann dystin, so er meistaraheitið at kalla teirra.
StÍF-VB 18-42(7-19)
StÍF: Paula B. Høgnesen 6, Rebekka Justinussen 4, Poula Olsen 4, Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1, Bára B. Danielsen 1, Súnfríð B. Jacobsen 1(1)
VB: Daiva Tomaite 14(2), Sólrun Krosslá 7, Aukse Vysniaskaite 7(1), Rannvá Augustinussen 6, Laila Jespersen 4, Margreth Augustinussen 1, Christina Holm 1, Jacoba Poulsen 1, Jóna Thorsteinsson 1(1)
Brotskøst: StÍF 1(1), VB 5(4)
Útvísingar: StÍF 1, VB 2
Dómarar: Kári og Dánial Hansen