Enn ein spreinging á kjarnorkuverki

Aftur í nátt var ein spreinging á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima 1, og myndugleikarnir ávara um, at geislavirknið uttan fyri verkið er vandamikið fyri fólk. Tí hava umleið 140.000 fólk, sum búgva minni enn 30 kilometrar frá verkinum, fingið boð um at halda seg innandura.

Tíðindastovan Kyodo skrivar, at mátingar nærhendis verkinum hava víst, at geislavirknið har er 100 ferðir størri enn vanligt. Mátingar í býnum Maebashi, sum er 150 kilometrar frá Fukushima 1 og 100 kilometrar frá Tokyo, vísa, at har er geislavirknið 10 ferðir størri enn vanligt.

-Vit gera alt, sum gerast kann, fyri at sleppa undan fleiri spreingingum og geislavirknum leka, segði Naoto Kan, forsætisráðharri, í sjónvarpinum í nátt.