Løgreglan sendi bumbutekningarar inn í Rosengård í Malmø í gjárkvøldið. Tað hendir eftir fleiri álop á løgregluna í býnum.
Ein spreinging var við ein skrivstovubygning í býarpartinum Rosengård í malmø, upplýsir løgreglan til Sveriges Radio.
Fleiri hava ringt og sagt løgregluni, at tey hoyrdu ein hvøllan brest umleið klokkan 21 í gjárkvøldið.
Ongar fráboðanir eru um, at fólk hava fingið skaða.
Løgreglan skrivar á heimasíðuni, at spreingingin hevur gjørt skaða á ein húsavegg.
Sambært Sydsvenska Dagbladet er eitt stórt øki í býarpartinum sperrað, og bumbuteknikarar hjá løgregluni eru á veg.
Spreingingin var júst í miðdeplinum av Rosengård.
– Bumbuliðið skal tryggja sær, at tað ikki eru fleiri spreingiløðingar eftir, sigur Calle Persson, vakthavandi hjá Malmø politi.
Býarparturin hevur seinastu tíðina verið nógv frammi í svenskum miðlum eftir skottilburður, spreingingar og bandauppgerðir.
Bert 100 metrar frá skrivstovubygninginum, har spreingingin var í gjárkvøldið, liggur ein løgreglustøð.
Mikudagin var ein spreinging beint framman fyri júst hesa løgreglustøð.
Fleiri bilar fingu tá skaða.
Hildið verður, at tað var ein hondgranat, sum varð kastað ímóti løgreglustøðini.
Tríggjar vikur frammanundan var eitt líknandi álop ímóti Malmø Politi.
Í november sprongdist ein hondgranat nærindis løgreglustøð í Uppsala. Har fingu átta bilar skaða, men fólkaskaði var eingin.
Í oktober vóru skrásett tilsamans trý álop á løgregluna kring landið.
Eingin fólk hava fingið skaða við nakað av hesum álopunum.
Vaksandi kriminaliteturin órógvar sviar, og fokus hevur verið á nógvu innflytararnar í Svøríki.
Innflytarabandar verða hildnir at standa aftan fyri ein part av harðskapinum.
Í fjør vóru metnógvar morðroyndir við skotum. 40 doyðu, og 135 vóru særd av skotum. Í fyrsta mánaðinum í nýggja árinum halda skottilburðirnir fram.
Stefan Löfven, forsætisráðharri, vildi fyrr í vikuni ikki útiloka, at boð verða eftir herinum fyri at steðga harðskapinum.
/ritzau/