Enn ein smuglari tikin

Aftur í gjár bleiv eitt ferðafólk steðgað vesturi á flogvøllinum við hassji uppi á sær. Talan var hesa ferð um 30 gram av hassji.

 

Løgreglan sigur, at talan er um so lítla nøgd, av viðkomandi ikki verður handtikin, men fær boð um at møta í rættinum at avgreiða støddin á bótini. Støddin á bótunum fyri at smugla hassj til landið eru fastlagdar av Hægsta rætti og tí er talan fyri tað mesta um avgreiðsluspurningar.

 

Hagtøl hjá løgreglini vísa, at í 2016 vóru 100 brot á lógina um rúsandi evni skrásett. Samstundis hevur TAKS boða frá, at tollararnir hava lagt hald á fýra ferðir so nógv rúsevni í 2017 sum í 2016.