Sum in.fo áður hevur skrivað, so hevur HB verið í samráðingum um at fáa ein íslending afturat í hópin, og í kvøld boðar høvuðsstaðarfelagið frá, at avtalan er komin undir land.
Talan er um 21 ára gamla Grétar Snær Gunnarsson, sum verður leigaður úr FH, har hann hevur verið liðfelagi hjá Gunnari Nielsen og Brandi Hendrikssyni, men hevur havt ilt við at fáa spælitíð.
Grétar Snær Gunnarsson hevur áður verið útleigaður til HK. Hann hevur eisini verið liðskipari á U21-landsliðnum hjá Íslandi, og hann hevur spælt við bæði U17- og U19-landsliðnum.
HB, sum er oddalið í Betrideildini, hevur longu týðandi íkøst úr Íslandi. Talan er um venjaran, Heim Guðjónsson, og verjukenda miðvallaran,Brynjar Hlöðversson. Heimir hevur áður verið venjari hjá Grétari í FH.