Enn ein skaði hjá HB

Meistararnir úr HB hava longu havt sínar trupulleikar við skaðum, og nú er líkt til, at Kári Nielsen ikki verður tøkur fyrr enn til seinnu kappingarhálvu

Skaði

Kári Nielsen er ein av nýggju monnunum í HB í ár, og ikki kann sigast annað enn, at ungi sandoyingurin hevur staðið seg væl. Hóast harða kapping um miðvallarplássini hevur hann longu verið partur av liðnum í nógvum dystum, og avrik hansara hava alt meira bent tann vegin, at hann skal hava fast pláss á miðvøllinum.

Til fyrsta landskappingardystin var støðan eisini so, at Kári taldist millum teir fyrstu ellivu. Men tíverri kann nú eisini staðfestast, at hesin fyrsti landskappingardyturin fyri nýggja felagið helst eisini verður tann seinasti í fyrstu atløgu.
Beint fyri steðgin var Kári nevnliga so óheppin, at hann breyt eitt bein í fótinum, og so er dómurin frá læknunum eirindaleysur. Seks vikur í gips, áðrenn uppafturvenjing kemur upp á tal.
- Eg skuldi venda mær, men tá eg setti fótin til, kendi eg eitt knekk. Eg havi áður havt líknandi skaða í hinum fótinum, so eg var mest sum vísur í, hvat var hent alt fyri eitt, greiður Kári frá.
- Hetta er at kalla sami skaðin, sum eitt nú Andrew av Fløtum og Hans á Lag hava stríðst við seinnu árini, men um ikki annað, so er tað reint brot hjá mær, meðan tað var brákað hjá teimum, og tað kann ofta taka langa tíð at fáa í rættlag.
Hvussu er og ikki, so verður talan í øllum førum um seks vikur uttan fyri vøllin, og Kári dylur ikki fyri, at hetta kennist svárt.
- Ja, hetta er ræðuliga keðiligt. Ikki minst nú eg meira ella minni var farin at rokna meg sjálvan sum fastan á liðnum, er tað tungt, at fáa ein slíkan skaða. Tað verur so ikki fyrr enn um seks vikur, at gipsið verður tikið av, so tað verður neyvan til nakran dyst hesu megin summarsteðgin.
- Sjálvandi kann eg royna at halda meg í form, meðan beinið framvegis er í gipsi, men tað verður so altíð avmarkað, hvat tú kanst gera í slíkum førum, so eg noyðist helst bara at brynja meg við toli, sigur ein vónbrotin leikari at enda.