Enn ein sigur til Nadal

Spanska tennisstjørnan Rafael Nadal staðfesti í dag, at hann er kongurin, tá spælt verður á grúsi.

 

Í finaluni í ATP-kappingini í Barcelona var Nadal komin í finaluna, og hinumegin netið var landsmaðurin David Ferrer, og við sínum 34. sigri á rað vann Nadal 7-6 og 7-5.

 

Fyri einari viku síðani vann Rafael Nadal ATP-kappingina í Monte Carlo, sum eisini var á grúsi. Við sigrinum í dag hevur hann vunnið 48 ATP-kappingar, hóast hann bara er 25 ára gamal.