Enn ein ósigur til Fremad Amager

Allir tríggir føroyingarnar í Fremad Amager fingu spælitíð, tá ið høvuðsstaðarliðið á útivølli tapti 1-2 móti Ølstykke mikukvøldið

Tað var tó einans Jann Ingi Petersen, sum var við á liðnum hjá Fremad Amager frá fyrsta bríksli. Bæði Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum noyddust at taka til takkar við einum plássi á beinkinum, men teir fingu tó báðir eina fitta løtu á vøllinum.

Byrjaði við buldur og brak
Tað var ikki hissini byrjan, ið var upp á dystin. Longu tá ið eitt korter var farið av dystinum, hevði heimaliðið lagt seg á odda 2-1. Tað var annars liðið hjá føroyingunum, ið fekk fyrsta málið í dystinum, sum Mikkel Blavnsfeldt skoraði, longu tá ið fimm minuttir vóru leiktir. Tað gingu tó einans sjey minuttir, so høvdu vertirnir bæði javnað og lagt seg á odda. Fremad Amager royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og fleiri útskiftingar vóru gjørdar tíðliga í seinna hálvleiki. Jann Ingi Petersen var tikin út, tá ið fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, og bert lítla løtu seinni vóru bæði Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør sendir á vøllin í eini roynd at fáa útjavnandi málið. Tað leikaði eisini mangan hart á framman fyri málinum hjá Ølstykke, og millum annað hevði Andrew av Fløtum nakrar møguleikar at javna, men inn vildi bólturin ikki, og tí noyddist Fremad Amager enn einaferð at taka til takkar við einum ósigri á útivølli.