Harmist um at verða noyddur alment at svara Edmundi Joensen, fólkatingslimi, aftur. Fá munnu orka fyri politiskum orðadrátti, har alt bert snýr seg um at vinna øðrum neisur. Tíverri tykist tað higartil vera høvuðsendamálið í røðini av sonevndum tíðindaskrivum frá fólkatingsmanninum, Edmundi Joensen. Og ósannindi kunnu ikki sleppa at standa ósvarað.
Eg vísti í almennari viðmerking herfyri á fimm beinleiðis ósannindi og villleiðingar, sum Edmund Joensen hevði sett fram um undirritaða og Uttanríkisráðið. Edmund Joensen hevur ikki svarað hesum ella víst tí aftur.
Ístaðin heldur hann fram við nýggjum íspunnum søgum og ósonnum álopum á føroyska landsstýrið. Hesaferð um hvalaveiðimálið, har ein avtala millum Føroyar, Grønland og Danmark varð brotin í danska Fólkatinginum.
Edmund Joensen skrivar svart uppá hvítt, at landsstýrið “hevur snorksovið” og ikki gjørt sítt arbeiði í málinum, og førir enntá fram, at hann skal hava “purrað landsstýrið” og hin føroyska fólkatingslimin út í hesum máli.
Hetta eru ósannindi úr enda í annan.
Tað er sjálvandi próvfast, at Uttanríkisráðið og Fiski- og tilfeingismálaráðið hava gjørt sítt arbeiði til lítar upp undir ársfundin hjá altjóða hvalaveiðinevndini í drúgvum samskifti við grønlendskar og danskar myndugleikar.
Tá ið landsstýrið fær váttað, at ein meiriluti á fólkatingi ætlar at bróta semjuna við Føroyar og Grønland, verður alt gjørt bæði á embætismannastigi og á politiskum stigi til tess at støðga hesum og røkja føroysku áhugamálini. Ja, føroysk embætisfólk arbeiða langt út á næturnar við málinum.
Undirritaði setir seg sjálvandi eisini í samband við Sjúrð Skaale, fólkatingslim, sum hevur sett seg væl inn í málið. Í sama viðfangi tosi eg við Edmund Joensen.
Í langari samrøðu við Edmund Joensen greiði eg honum frá málinum og avtalunum, ið gjørdar eru á stjórnarstigi, og leggi dent á, at vit mugu draga eina línu í føroysku politisku skipanini.
Edmund Joensen sigur seg vera samdan. Vit avráða, at á fundinum í fólkatingsnevndini fara føroysku fólkatingsumboðini at bera sjónarmiðini hjá landsstýrinum fram. Eisini fáa føroysku fólkatingsumboðini allar neyðugar upplýsingar og kunning frá landsstýrinum.
Tá fundurin í fólkatingsnevndini er hildin, sigur Edmund Joensen í tíðindaskrivi seg kortini góðtaka, at føroysku og grønlendsku áhugamálini vórðu sett til viks, og hann verjir støðuna, sum er íkomin.
Nú veit eg av góðum grundum ikki, hvat Edmund Joensen hevur ført fram á sjálvum fundinum um málið í fólkatingsnevndini, men tað kann hann sjálvur greiða almenninginum frá.
Fái ikki gjørt nógv við, at Edmund Joensen – mær vitandi sum fyrsti føroyski fólkatingslimur nakrantíð – velur at ganga ímóti støðuni hjá føroyska landsstýrinum í hesum máli. Men at hann síðani førir fram, at landsstýrið hevur sovið í tímanum, og at hann hevur “purrað landsstýrið út”, er út um alt mark grovt.
Fyri føroysk áhugamal í hvalaveiðimálinum – sum full semja hevur verið um á løgtingi og í skiftandi landsstýrum – er framferðarhátturin sjálvandi ómetaliga skaðiligur. Og eg skilji framvegis ikki, hvørjum slík framferð skal gagna.









