Umframt Odmar Færø, sum skiftir til B36 frá Forfar Athletic, so skiftir Rógvi Poulsen eisini til oddaliðið í landskappingini. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í dag.
Les eisini: Landsliðsspælari til B36
Tíðindini um at Odmar Færø verður at síggja B36 vóru ikki meir enn komin út á in.fo, so boðaði heimsíðan hjá felagnum eisini frá, at Rógvi Poulsen somuleiðis skiftir til árstalsfelagið.
Rógvi Poulsen spældi í fjør við AB, har hann er uppvaksin. Rógvi Poulsen hevur eisini spælt í HB, har hann millum annað vann FM og vann sær pláss á landsliðnum.
B36 liggur fremst í landskappingini. Tvey stig frammanfyri HB.