Martin ONeill er ikki longur venjari hjá Sunderland, sum í dag tapti fyri Manchester United. Martin ONeill tók við í farna kappingarár, men í ár hevur gingið illa.
Sunderland tapti í dag 1-0 fyri Manchester United og er nú bara eitt stig frá niðurflytingarstrikuni. Sunderland var í eini líknandi støðu, tá Martin ONeill í farna kappingarári tók við sum venjari hjá Sunderland.
Tað eydnaðist væl og vónirnar vóru góðar undan hesum kappingarárinum, men væl lýddi venjarin hevur ikki megnað at skap nóg góð úrslit til at halda fram í starvinum.
Millum teir, sum hava fingið sparkið í hesum kappingarárinum eru Roberto Di Matteo, Mark Hughes, Brian McDermott, Nigel Adkins og nú eisini Martin O'Neill
Felagið fer í næstum at kunngera hvør verður nýggjur venjari.