Matstovan KOKS er við í bók, ið viðmælir bestu matstovurnar í danska kongsríkinum. Henda fyrsta útgávan av White Guide Danmark leggur herðslu á stóru menningina í Norðurlendskari matlist. Matummælarar vitjaðu 320 av bestu matstovunum í ríkinum, men einans 260 vóru tiknar við í White Guide Danmark 2014. KOKS er ein teirra. Bókin lýsir fjøltáttaðu matmentanina í ríkinum.
– Vit vilja varpa ljós á og viðurkenna tær matstovur, ið geva eitt serstakliga gott íkast til matlistina í ríkinum. Tá ið vit ummæla matstovur, meta vit bæði um heildarupplivingina og dygdina í ymsu táttunum í eini matstovuvitjan, sigur Søren Grunnet Løvenlund, stjóri á White Guide Danmark.
Poul Andrias Ziska varð tilnevndur høvuðskokkur á KOKS í februar 2014. Síðan hann tók við starvinum, hevur hann lagt alla sína orku í at evna matskráir, ið draga fram tað allarbesta í føroyskari matmentan. Poul Andrias og hansara toymi eru sera errin av, at teirra eldhugi fyri matsiðum í landinum nú er viðurkendur uttan fyri landoddarnar.
»White Guide« kom út í Danmark hósdagin. Ummælararnir eru ókendir og hava goldið fyri sínar máltíðir. Bókin er serliga ætlað ferðafólkum í heimlandinum, ið eru matáhugað, handilsfólki og hotell- og matstovuvinnuni annars. Bókin var á fyrsta sinni útgivin í Svøríki í 2005. Tíggjunda svenska útgávan kom út í Stockholm, tann 3. mars 2014.
Hoyrið samrøðu, sum RáS2 gjørdi við Poul Andrias Ziska, høvuðskokk á Koks, við at trýsta á pílin undir myndini.