ÍF boðar frá, at Pól Jákup Lundsbjerg eisini verðu partur av hópinum komandi kappingarár. Nýklakti timburmaðurin tekur eitt tørna afturat, skrivar felagið.
- Vit kunnu við gleði boða frá, at Pól Jákup Lundsbjerg, hevur skrivað undir sáttmálað fyri komandi ár. Hóast bara 22 ára gamal, kann sigast, at Pól Jákup hevur nógvar royndir á okkara besta liði. Sambært faroesoccer, so er hann skrásettur at hava spælt 39 dystir í Betri deildini. Vit kenna hann øll sum ein stríðsmann, ið ikki smæðist burtur, skrivar ÍF.
ÍF hevur nú skrivað undir við meginpartin av teimum lokalu spælarunum. Eisini hevur Karl Løkin longt sáttmálan.