Tað er røringur í Fuglafirði, nú besta mansliðið aftur skal spæla í bestu deildini. Í dag hevur felagið kunngjørt, at Petur Meinhard Lundsbjerg hevur gjørt nýggjan sáttmála, sum er galdandi í tvey ár.
- Har gott fólk er, legst gott afturat. Vit kunnu við gleði kunngerða, at Petur Meinhard Lundsbjerg hevur undirskrivað tvey ára avtalu við ÍF. Petur Meinhard er í ár skrásettur fyri 24 dystir fyri besta liðið, og hevur eisini fingið sítt debut mál. Hansara góða eyga fyri spælinum, saman við skjótleikanum ger hann til ein spælara, sum verður áhugaverdur at fylgja framyvir, skrivar ÍF.
ÍF hevur nú tryggjað sær fimm av lokalu spælarunum. Teir eru Jákup Nolsøe Olsen, sum er kom aftur eftir eitt ár í útlegd á Skála, og Tórða Traðará, Jóhann Højbro og Markus á Lakjuni, sum hava longt sáttmálan.