Enn ein landsliðsleikari fer til Danmarkar at royna seg

Komandi kappingarár fer Elsa Egholm at spæla við Ajax Keypmannahavn

21 ára gamli landsliðsleikarin hjá H71, Elsa Egholm sum hevur spælt 22 landsdystir fer til Danmarkar at royna seg komandi kappingarár.

 

Elsa Egholm skiftir komandi kappingarár til Ajax Keypmannahavn, ið hevur Lív og Vár Zachariasen í hópinum. Ajax er í skrivandi stund triðfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

- Eg eri sera fegin um, at Elsa kemur til felagið. Hon fer at standa seg væl við spælihátti okkara, og hon er ein leikari, ið gevur alt, og fer at styrkja venjingarumhvørvið. Sigur høvuðsvenjarin, Martin Grønmann í samrøðu við heimasíðu felagsins.

 

- Eg síggi fram til at gerast ein partur av liðnum. Eg kenni onkrar av leikarunum, og havi frætt frá teimum, at felagið hevur eitt gott venjingarumhvørvið. Tað hevur týdning fyri meg, og eg gleði meg til at geva mítt íkast til Ajax, og samstundis menna meg sum hondbóltsleikara. Sigur Elsa Egholm í samrøðu við heimasíðu felagsins. 

##med2##