Tað voldi ikki Caroline Wozniacki teir stóru trupulleikarnar at vinna framvið franskmanninum, Virginie Razzano, ið er nummar 96 á heimsstyrkilistanum.
Sjálvt um Razzano servaði fyrsta gamið heim lættliga, fekk hon ikki eitt bein til jørðina aftur í fyrsta setti, sum Caroline Wozniacki vann 6-1.
Í seinna setti reyk Caroline fram um 4-1, og síðani fylgdust tær til endaliga úrslitið 6-3.
Danski heimseittarin hevur sælt sera væl í báðum teimum fyrstu dystunum við Wimbledon, men tó skal sigast, at hon í fyrsta umfari møtti nummar 107 á heimsstyrkilistanum og í øðrum umfari nummar 96.
Í triðja umfari skal hon møta einum líka ókendum navni, sum tó er munandi hægri á styrkislistanum. Jarmila Gajdosova úr Australia er nummar 28 á heimsstyrkilistanum, men átti kortini ikki at komi heimseittaranum í trupulleikar.
Men tað er vert at leggja sær í geyma, at Sabine Lisicki, ið kom við í Wimbledon upp á eitt »Wild Card«, í gjár vann á triðja seedaðu Na Li, sum fyri stuttum vann French Open.










