Enn ein kvinna deyð av eldi á røtkarheimi

Eldurin á røktarheiminum í Allingåbro í Danmark fríggjadagin hevur nú kravt trý mannalív.

Eldurin á røktarheiminum í Allingåbro í Danmark fríggjadagin hevur nú kravt trý mannalív.

 

Ein 95 ára gomul kvinna doyði í dag av løstunum hon fekk av eldinum á røtkarheiminum Allingåbro fríggjadagin.

 

– Hon doyði tíverri í morgun av skaðanum, hon fekk av eldinum, sigur Stig Heidemann, vaktleiðari á Østjyllands Politi við TV Østjylland.

 

Harvið hevur syndarligi eldsbrunin á Plejecenter Farsøhthus í Allingåbro á Djurslandi kravt triðja mannalívið. Tvær aðrar kvinnur, 91 og 93 ára gamlar, doyðu í eldinum. Tær vóru á kømrum sínum, tá eldur kom í.

 

Les eisini: Ynskir betri brunatrygd á røktarheimum

 

Tvær aðrar kvinnur, 87 og 89 ára gamlar, vórðu fluttar á skaðastovuna við roykeitran.

 

Østjyllands Politi fekk fráboðanina um eldin klokkan 17:36 fríggjadagin. Tá løgregla og sløkkilið komu staðið, var eldur í fleiri íbúðum, og bæði tyrla og fleiri sjúkrabilar vórðu send á staðið.

 

Teknikarar hjá løgregluni eru við at kanna brunastaðið nærri fyri at finna orsøkina. Eftir fyribils kanningum staðfesti løgreglan longu fríggjdagin, at einki kriminelt er við eldsbrunanum.