Havnafelagið Fleyr hevði um vikuskiftið vitjan av Mjølnirs-monnum úr Klaksvík, og gamalt var at kalla dystin millum hesi sigursvandu feløg í føroyskum mansflogbólti fyri klassikarar. Hetta heiti kann av sonnum enn verða nýtt um hendan dyst.
Gestirnar góða byrjan
Fyrsta settið byrjaði sera væl hjá gestunum úr Klaksvík, og teir vunnu tað eisini 25-18, eftir at Fleyr var komið í gongd.
Næsta settið gjørdist sera javnt og spennandi, men endin var, at Fleyr vóru omaná við einum 25-23 sigri, og sostatt var javnleikur í settum.
Í triðja setti hildu havnamenn góðu gongdina frá næsta setti, og vunnu tað rættuliga sannførandi 25-12.
Tann sannroynd, at Mjølnir ikki høvdu ráð at tapa fjórða sett, hevur óivað motivera teir, tí teir bardust sum úlvur á skóg fyri hvørjum einasta bólti, og tað sama gjørdu vertirnar. Endin var tó, at Mjølnir drógu longra stráðið og vunnu harvið settið, og fingu tískil javnað til 2-2 í settum.
Fimta sett byrjaði ikki væl hjá Fleyr, og av tí sama høvdu teir trupult við at koma inn í aftur settið. Tó komu Fleyr rættuliga væl við aftur, og einu løtuna var støðan 13-12 til gestirnar. Tættari komu havnamenn tó ikki, og Mjølnir vunnu settið, og harvið eisini dystin. 3-2.
Mjølnir eru nú á 9 stigum fyri 9 dystir, og er tað nokk til at vera oddalið. Í hinum endanum er tað nú
Framtíðin bjørt
Hóast tað nú er staðfest at Fleyr endar niðast í fremstu flogbóltsdeildini, heldur ein av leikarum felagsins ikki, at framtíðin sær døpur út. Høgni Viderø, ið áður hevur spælt við Fram, sigur at framtíðin er bjørt í havnafelagnum.
- Hóast tað nú er greitt, at vit ikki megna at náa triðja plássi, sær framtíðin alt annað enn døpur út hjá Fleyr. Vit hava fleiri ungar og evnaríkar leikarar, ið standa og banka á dyrnar, fyri at sleppa inn á besta liðið, so eg eri vísur í, at vit menna okkum longu til næsta kappingarár, sigur Høgni Viderø, ið hevur verið ein av teimum føstu á liðnum í ár.
Sum ein finala, hvønn dyst
Fyrr í ár, var Eystein Elttør, libero leikarin hjá Mjølni, frammi í fjølmiðlunum, har hann millum annað tosaði um, at hvør dystur, ið eftir er, er sum ein finala. Og ikki kann sigast annað, enn at hesin, eins og allir undanfarnu dystir í seinnu hálvu av kappingini, hevur staðfest hesa sannroynd. Gamaní eru bert fýra lið í bestu deildini, men tey eru øll eitt sera gott boð uppá ein meistara. So vera liðini óbroytt til komandi kappingarár, ja so kunnu vit vænta okkum eitt rimmar flogbóltsár.










