Enn ein KÍ leikari til ÍF

ÍF kunngerð í kvøld, at felagið hevur fingið enn ein leikara frá KÍ

ÍF hevur í kvøld knýtt ein nýggjan verjuleikara afturat hópinum.

 

Gunnar Christiansen, sum annars bara hevur umboðað barndómsfelagið KÍ, spælir komandi kappingarár í Fuglafirði. Hetta boðar ÍF frá í kvøld á heimasíðu felagsins.

 

Gunnar Christiansen er annar leikarin, sum skiftir frá KÍ til ÍF innan stuttari tíð. Tí fyri fáum vikum síðani, varð eisini kunngjørt, at fyrrverandi KÍ leikarin, Henry Heinesen, komandi kappingarár fer at spæla fyri ÍF.

 

23 ára gamli Gunnar Christian hevur spælt 40 dystir í Effo-deildini fyri KÍ. Nógv teir flestu av teimum dystunum, spældi hann í 2013 og 2014, tí í ár var hann bert á vøllinum einaferð fyri besta liðið hjá KÍ.

 

Gunnar Christiansen er harafturat skrásettur fyri 2 U-21 landsdystir fyri Føroyar.