Enn ein Justinussen til Svøríkis

Fótbóltur: Herfyri skifti Finnur Justinussen til Jönköpings Södra í Svøríki, og nú kann enn ein Justinussen vera ávegis til Svøríkis.

Føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, royndarvenur nevniliga í løtuni í svenska felagnum Landskrona BoIS, sum í fjør endaði á einum 10. plássi í næstbestu deildini.
23 ára gamli Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur fimm landsdystir á baki, spældi farna kappingarár við Valur Reykjavík í Íslandi.
Hann hevur fyri stuttum verið til royndarvenjingar í eitt nú danska AaB og norska Molde, men tað, ið eftir er av hesi vikuni, skal hann altso royndarvenja við Landskrona BoIS.