Enn ein hemari á tráðu

Hósdagin fingu fimm ungir menn í glastrevjabátinum, Havfrúnni, ein hemara, sum vigaði eini 160-180 pund

Veiða

Hetta er fimti hemarin, sum teir á glastrevjabátinum, Havfrúnni, hava fingið á tráðu.
Tann hepni maðurin hósdagin var Magnus Bjarnason, sum fekk hemaran á, meðan hann stóð við tráðuni.
Teir vóru á leiðini suður úr Kirkjubønesi, tá ið fast var, og "bardagin" byrjaði.
Tað er ikki bara sum at siga tað at veiða ein hemara á tráðu, tí tað tekur langa tíð, áðrenn hann møðist og fæst upp til vatnskorpuna.

Mistu ein
Sum skilst á monnunum, høvdu teir ein annan hemara á húkinum fyrr um dagin, men hendan eydnaðist ikki at fáa fatur á.
Hemaran, sum teir fimm fingu hósdagin, mettu teir at viga millum 160 og 180 pund.
Agnið, teir brúka á hemaraveiði við tráðu, er smáfiskur.