Chelsea hevur váttað, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Thorgan Hazard, sum er yngi bróður Eden Hazard, sum Chelsea keypti í síðsta mánað.
19 ára gamli leikarin, sum hevur umboðað Belgia upp gjøgnum ungdómslandsliðini, verður tó ikki mettur at kunna traðka beinleiðis inn í fyrstaliðs bólkin.
Thorgan verður partur av U21 hópinum hjá Chelsea, og kann lættliga verða læntur út fyri at vinna fyrstaliðsroyndir.
Chelsea hevur ikki upplýst serliga nógv um keypið, heldur ikki prísin teir lótu Lens, ið hevur havt leikaran, síðani hann var 14 ára gamal, men ikki fekk debut á fyrstaliðnum fyrr enn farna kappingarár.
Yngri Hazard bróðurin verður sagdur at líkjast eldra Eden í sælistíli, og teir báðir hava spælt saman í Tubize í heimlandinum.
Í hvussu er tríggir av U21 leikarunum hjá Chelsea verða læntir út komandi kappingarár, har áleyparin, Ulises Davila skal spæla við Sabadell í sponsku aðru deild, meðan áleyparin, Milan Lakovic, og málverjin, Matej Delac, skulu spæla við Guimaraes í portugisisku fyrstu deild, skrivar Sky Sports.