Enn ein góður dagur

Eitt brúgvalag fer sunnudagin at førka seg inn yvir Føroyar av suðri. Mitt í næstu vikur fer eitt lágtrýst fram við yvir ella beint eystan fyri Føroyar, sigur danska veðurstovan DMI.

 

Í dag verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av suðri, seinni eystri. Í nátt øtlar hann vindin eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Turt og sólglottar, men um kvøldið og náttina skýggjað og regn av landsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 6 stig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin um 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av eystri, sum hækkar í ein norðan. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin um 5 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin um 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul, yvirhøvur av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regnæl og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul yvirhøvur av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av norðri. Samdrigið og ælaveður, sum kann vera regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Veðurforsøgnin hjá yr.no er at finna her.