Barcelona er víðari í sponsku steypakappingini, eftir ein 3-1 sigur á Athletic Bilbao, sum annars vann fyrru 1/8 finaluna 2-1 í baskaralandinum. Sostatt vann Barcelona samanlagt 4-3.
Stóri maðurin á vøllinum mundi verða Neymar, sum skoraði aftur fyri fyrstu ferð í yvir túsund minuttir á vøllinum. Neymar legði upp til til 1-0 málið, sum Luis Suarez skoraði, og skoraði sjálvur til 2-0. Tað var upp á brotsspark, ið bleiv bleiv gjørt móti Neymar sjálvum.
Athletic Bilbao svaraði aftur við frálíkum máli, tá Enric Saborit stútaði eitt innlegg í mál. Eina løtu var púra javnt í samanlagdu støðuni.
Tað endaði við, at Lionel Messi triðja dystin upp í slag skoraði upp á beinleiðis fríspark. Hann skoraði í fyrra dystinum móti Athletic Bilbao, og móti Villarreal farna vikuskifti. Hesa ferð sendi hann bóltin lágt í síðuna hjá málverjanum. Bólturin brast í stongina og fór um málstrikuna.
Atletico Madrid er víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan Real Madrid vann 3-0 í fyrra dystinum móti Sevilla. Returdysturin verður í annaðkvøld.